Innanlands

Falkurin góðan fiskiskap

Sløk 10.000 pund á 36 stampum. Toskurin er væl fyri, meðan hýsan er heldur rak, sigur Sjúrður Joensen, skipari og eigari av Falkinum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-10-09 19:32 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Fiskiskapurin er góður, tí vit hava sløk 10.000 pund á 36 stampum. Vit hava verið eystanfyri og nakrar fjórðingar úr landi, og tað er nærum helvt um helvt toskur og hýsa, og so hava vit nakrar skøtur og havtaskur, sigur Sjúrður Joensen, skipari, og eigari av Falkinum.

- Toskurin er væl fyri, meðan hýsan er heldur rak. Skøturnar og havtaskurnar eru feitar.

- Vit egna sauri og gággu og blóðga fiskin umborð. Hann verður so seldur og kruvdur uppi á landi, sigur Sjúrður.

Tveir mans rógva út við Falkinum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á middegi í dag; tá teir landaðu á Toftum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder