- Nú er arbeiðið liðugt hjá Mest. Tá vit hava bunkra fara vit á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, um veðrið loyvir tí. Tað er frískur vindur, so nú fáa vit at síggja-
Síðstu dagarnar hevur íslendski pelagiski trolarin Hoffell, frá Fáskrúðsfirði, ligið á Havnini.
Teir ætlaðu at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, men fingu trupuleika við leka millum tangar niðri í lastini. Tí komu teir á Havnina, har Mest hevur umvælt lekan.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Ein ávísur spenningur var á manningini, og ikki uttan grund. Í sjónvarpinum fylgdu teir íslandska handbóltsliðið, sum spældi móti Slovenia.
Tá trúboðarin spurdi, um Slovenia ikki var liðið Føroyar taptu ímóti, svaraðu teir skálkaliga: Jú! Ísland vann 39 - 31. Tillukku Ísland!
Sigurður Bjarnason er skipari á Hoffell og hann segði:
- Nú er arbeiðið hjá Mest liðugt. Tá vit hava bunkra fara vit á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, um veðrið loyvir tí. Tað er frískur vindur, so nú fáa vit at síggja-
- Annars verður tað vónandi á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi. Sum skilst, verða kvoturnar kunngjørdar í morgin, so tað verður spennandi at frætta hvussu stór hon verður, sigur hann.
Uppá fyrispurning um, hvussu 2025 royndist, svaraði Sigurður:
- Árið var brúkiligt, hóast 2024 var væl betri. Nú vóna vit at hetta árið kemur at roynast væl!
Teir fingu kristiligan lesnað og ynskir um Guds signing og varðveitslu.
Hoffell er bygdur í 2008, er 75,4 metrar langur og 15,6 metrar breiður og lastar 2500 tons. Teir fiska lodnu við nót og viðhvørt sild. Annars royna teir við trolið eftir svartkjafti, makreli og sild. 9 mans eru við og 11 hoyra til skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald