Innanlands

Faroe Agency selt Mariu av landinum

Revsitiltøkini, sum landstýrið hevur sett í verk móti Russlandi gera, at Faroe Agency nú selur ein av sleiparunum hjá sær av landinum

Maria (Mynd: Faroe Agency)

Maria (Mynd: Faroe Agency)

2025-12-10 15:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Faroe Agency, sum hevur veitt tænastur til eitt nú russisk skip, hevur tikið avgerð um at selja ein av sleiparunum av landinum. Talan er um eina avleiðing av minkandi virkseminum síðani revsitiltøkini vórðu sett ímóti Russlandi.

- Áðrenn kríggið umskipaðu russisk skip umleið 350.000 tons av fiski í Føroyum og nú liggur hetta talið á 80-90.000 tons, sigur Karl Erik Reynheim, sum er annar av stjórunum í Faroe Agency. 

Av tí at virksemið hjá russiskum skipum er minkað so nógv í Føroyum, so hava vit ikki tørv á sleiparanum Mariu meira, og tí er avgerð tikin um at selja bátin av landinum.

Maria kom í føroyska flotan í 2013, og er uppkallað eftir hinum stjóranum í Faroe Agency, Maria í Akrabyrgi.

- Maria liggur í løtuni á Runavík, og síðst í vikuni kemur eitt íslendsk farmaskip á runavíkina at lasta, og ein av lastunum verður so Maria, sum skal siglast til Rotterdam, og síðani til Antwerpen. Aftaná fer Maria til Komoro oyggjarnar, har báturin skal í vinnu, og fær navnið Coelacanth, sigur Karl Erik reynheim, sum ikki ynskir at upplýsa søluprísin á sleiparanum. 

Umframt Mariu, so hevur Faroe Agency eisini sleiparan Annu og loðsbátin Herborg.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder