Í dag landaði frystilínuskipið Vesturhavið í Kollafirði. Teir høvdu 24 setur og landaðu 130 tons av avhøvdaðum frystum fiski.
Skipari var Sjúrður L. Ejdesgaard, sum sjómanstrúboðarin hitti, tá hann var umborð við jólapakkum. Sjúrður segði millum annað:
- Við teimum fiskaprísum sum nú eru, har avhøvdaður fiskur liggur omanfyri 50 krónur fyri kilo, er tað væl brúkiligur fiskiskapur, um vit fáa fimm tons um dagin!
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Vit royndu vestanfyri og norðanfyri og meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa. So var eitt sløg av longu, brosmu og øðrum fiski, sigur hann.
- Hetta er besta árið hjá Vesturhavinum. Og tað er óivað besta árið hjá øllum línuskipunum. Tað hevur verið væl av fiski at fáa, og so hevur fiskaprísurin verið óvanliga góður, sigur Sjúrður.
- Hvussu eru útlitini fyri komandi árið?
- Eg meti tey eru góð. Tað er væl av fiski at fáa á nærum øllum landgrunninum, og í ymiskum støddum. Tað plagar at verða dámligt. Heldur fiskaprísurin sær, ja, so eru útlitini góð, sigur hann.
14 mans eru við Vesturhavið, sum fer nýggjan túr í kvøld.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald