2024-09-01 20:11
Nýggjasta uppsjóvarskipið í førpyska flotanum, Finnur Fríði, kom í dag á Tvøroyri, har skipið skal landa 320 tons av makreli.
Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Varðan Pelagic, og skipið fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Í sambandi við at hetta er fyrstu ferð at Finnur Fríði er á Tvøroyri, var møguleiki hjá suðuroyingum at koma umborð, og síggja nýggja skipið hjá Varðanum í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald