2025-10-13 18:18

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er farið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Finnur Fríði hevur seinastu vikurnar ligið á Runavík og bíðað eftir at sildafiskiskapurin skuldi fara at taka seg upp, sum plagar at vera tá ið vit nærkast hálvum oktober.
Finnur Fríði er farin í íslendskan sjógv at royna, har eisini Fagraberg roynir.
Enn eru bara Finnur Fríði og Fagraberg í íslendskum sjógvi. Borgarin og Christian í Grótinum eru á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, meðan flest hini uppsjóvarskipini framvegis liggja við bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald