2026-04-05 21:49
Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini bíða eftir, at svartkjaftafiskiskapurin í føroyskum sjógvi skal byrja, og í dag fór fyrsta skipið avstað.
Finnur Fríði loysti seinnapartin av Runavík, og setti kós móti svartkjaftafeltinum sunnanfyri Føroyar, har fleiri russisk skip eru í løtuni.
Enn er bara Finnur Fríði farin avstað, men Gøtunes fer avstað í annaðkvøld, og nýggi Fagraberg fer avstað eftir páskir sum vit vita í løtuni.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/25/890x590/1753446684tohcuumxga.webp)
Gøtunes fer á svartkjaftaveiðu í annaðkvøld (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Nýggi Fagraberg fer til fiskiskap eftir páskir (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald