Innanlands

Finnur Fríði farin aftur á svartkjaftaveiðu

Finnur Fríði hevur landað 2.900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Finnur Fríði (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-05-02 00:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur seinastu dagarnar ligið á Fuglafirði, har skipið hevur landað svartkjaft.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan, 2.900 tons, bleiv landað til Havsbrún, har svartkjafturin bleiv framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder