Innanlands

Finnur Fríði handaður Varðanum

Merkið varð vundið á stong í Skagen seinnapartin

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

2024-08-22 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Varðin hevur í dag yvirtikið Finn Fríða frá Karstensens Skibsværft. Hetta var gjørt á lítlari hátíðarløtu í Skagen seinnapartin, har merkið varð vundið á stong.

Sum tað sæst á myndunum niðanfyri, var tað Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, sum vant merkið á stong.

Finnur Fríði er 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt nýmótans uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski. Kostnaðurin hevur verið umleið 350 milliónir krónur.

Eftir ætlan kemur Finnur Fríði til Føroya leygardagin ella sunnudagin, og tá verður skipað fyri stórari móttøku í Gøtu.

Sí eisini: Myndir: Soleiðis sær Finnur Fríði út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder