2026-10-18 16:30
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur sett kós móti Skagen, har skipið skal landa sild.
Finnur Fríði hevur verið á sildaveiðu norðanfyri í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tað er langt at sigla frá feltinum, og til Skagen, har veiðan skal landast til matna
Tað er ikki greitt um Finnur Fríði kemur inn at liggja aftaná teir hava landað, ella um skipið fer aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald