2021-05-25 08:02
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom seinnapartin í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Finnur Fríði skal landa 2200 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi,
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og Finnur Fríði sleppur framat tá ið liðugt er at landa Trónd í Gøtu.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald