Innanlands

Fiskaðu í 12 tímar

Fiskaðu frá á morgni klokkan 8 til umleið klokkan 20 á kvøldið, og fingu 1400 tons í fýra køstum, sigur Demmus Joensen, dekkari á Høgabergi

Demmus Joensen og Jógvan Ingvard Olsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Demmus Joensen og Jógvan Ingvard Olsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-02-28 23:11 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu tveir dagarnar hevur Høgaberg liðið á Fuglafirði og landa lodnu til Pelagos, sum teir fiskaðu við nót sunnanfyri Grindavík í Íslandi.

- Lodnan stendur ofta rættiliga nær landi, so vit fiska hana við nót. Dýpið er onkuntíð bara umleið 20 favnar, so tá verður grunnurin, tað vil siga niðari endin á nótini, drigin eftir botninum. Tá má tað vera góður sandbotnur, tí annars kunnu vit skræða nótina, sigur Jógvan Ingvard Olsen, stýrimaður.

- Lodnan fæst bara í ljósum, so vit fiskaðu frá klokkan 08 á morgni til umleið klokkan 20. á kvøldið. Vit fingu 1400 tons í fýra køstum, so tað var í lagið, sigur Demmus Joensen, dekkari.

Støddin er 22 lodnir til eitt kilo og tað er tann vanliga støddin. Tað tekur sína tíð at landa, tí lodnan verður skild í honir og hannar, og fer til ymiskar keyparar. 

Við Høgabergi vóru 12 mans og skipari var Høgni Hansen. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð seinnapartin har tíð var til prát, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder