Innanlands

Fiskavøruútflutningurin vaksin góðar 800 milliónir krónur

Ì tíðarskeiðnum september 2024 til august 2025 varð samalaði fiskavøruútflutningurin 12,1 milliard krónur

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-10-17 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum september 2024 til august 2025 varð útflutt fyri umleið 13,1 milliard krónur, sum er ein góð milliard - ella 8,6 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Samlaði fiskavøruútflutningurin í áðurnevnda tíðarskeiðnum var 12,1 milliard krónur, sum er góðar 800 milliónir krónur - ella 7,1 prosent meira enn undanfaru 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningsvirðið av laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 652 milliónum krónum.

Útflutningsvirðið av laksi minkaði 274,8 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið minkaði 4,6 prosent, meðan nøgdin vaks 12,4 prosent. Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 15 prosent.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið við einari góðari milliard krónur, ella 127 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 63,4 prosent.

Prísurin á laksi hevur verið sera svingandi síðani byrjanina av 2022. Prísurin á heilum feskum laksi hevur hetta tíðarskeiði ligið millum umleið 50 og 90 krónur kilo. Í august í 2024 var prísurin 50,40 krónur kilo og í august í ár er prísurin 40,50 krónur kilo. Hetta er ein lækking á nærum 20 prosent., skrivar Hagstovan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder