Innanlands

Fiskavøruútflutningurin vaksin nærum 1,6 milliardir krónur

Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á makreli og fiskamjøli er minkað.

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-10-17 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu 12 mánaðirnar - tíðarskeiðið september 2025 til august 2026 - útfluttu føroyingar fyri góðar 14,5 milliardir krónur, sum er góðar 1,4 milliardir krónur - ella 10,7 prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar

Fiskavøruútflutningurin í hesum tíðarskeiðnum var 13,7 milliardir krónur, sum er ein vøkstur á 1,6 milliardir krónur ella 13 prosent, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á makreli og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks eina góða milliard krónur, sum er ein vøkstur á 18,5 prosent, meðan nøgdin vaks góð 22.000ntons - ella yvir 22 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið góðar 300 milliónir krónur - ella góð 24 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 5,6 prosentum.

Sambært Hagstovuni er útflutningurin av fiskavørum til ES vaksin meira enn eina milliard krónur.

Seks lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum - USA, Spania, Kina, Bretland, Danmark og Niðurlond. Tey londini, sum hava størstan vøkstur av vøruflutningi úr Føroyum, eru Kina og Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder