Í tíðarskeiðnum september 2021 til august 2022 hava føroyingar útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 35 prosent í mun til sama tíðarskeið árið fyri.
Hetta er eisini fyrstu ferð, at vit hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári, skrivar Hagstovan.
Átta fyrstu mánaðirnir í ár varð útflutt fyri átta milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur, og svarar hetta til ein vøkstur á 39 prosent vøkstur.
Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14 prosent, meðan virðið er hækkað 43 prosent. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25 prosent, og sama gongd sæst fyri sildina.
Laksaútflutningurin er vaksin 34 prosent, og var hann 3,5 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði sjey prosent.
Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51, 27 og 69 prosent. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25 til 33 prosent í miðal hetta seinasta árið.
Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald