Innanlands

Fiskikapping og vatnkríggj í kvøld

Fiskikapping á Kósabrúnni kl. 17 og stóra vatnkríggið á vágni klokkan 18.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-21 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjómannadagurin verður tjóvstartaður klokkan 17 í dga tá fiskiskapping fyri børn verður á Kósabrúnni.

Børnini skulu hava tráðu og bjargingarvest við. Tilmelding er á Kósabrúnni og luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa.

Heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3 í hesum bólkum: gentur undir skúlaaldur, dreingir undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri og dreingir í skúlaaldri — umframt atgongumerki til Sirkus Baldoni og góðgæti.

Klokkan 18 byrjar so stóra vatnkríggið á vágni.

Skip og bátar leggja at á Kósabrúnni og taka fólk umborð, og so verður annars sproytað vatn fyri allar pengarnar.

Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka. Kríggið endar, tá sjóverjuskipið blæsur tríggjar ferðir við skipslúðrinum.

Fyriskipararnir siga, at øll sum luttaka, kunnu rokna við at gerast dýggjvát. Heitt verður á at minnast til bjarginarvestar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder