
Línuskipið Fiskimúli, sum hevur drúgva søgu í føroyska flotanum, skal nú høggast upp á Skála.
- Skipið er selt til upphøggingar, og Ziska fór seinnapartin av Klaksvík við skipinum, upplýsir Hanus Hansen, reiðari.
Fiskimúli er bygdur í Noregi í 1961, og fekk tá upprunanavnið Pison.
Seinni bleiv skipið umbygt og meira nútímans gjørt, og í 2007 bleiv skipið selt til Miðvágs, har tað fekk navnið West Freezer og nýggjar eigarar.
Í 2010 skifti skipið eigarar, og fekk navnið Reynsatindur.
Í 2014 fekk skipið aftur nýggjar eigarar, og hesaferð aftur navnið Pison, sum skipið hevði fram til 2021 tá ið skipið skifti eigarar aftur, og fekk navnið Fiskimúli.
Alt hevur tó ein enda, og skipið hevur nú tænt fyri seg, og skal høggast upp á Skála.
Tað er felagið G P S Sp/f í Klaksvík, sum eigur skipið. Sambært heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini, hevur Fiskimúli einki góðkent fiskiloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald