Innanlands

Fiskiskapurin eftir svartkjafti minkaður

Portalurin er staddur á nýggjasta uppsjóvarskipinum í føroyska flotanum, har vit fylgja gongdini við fiskiskapinum eftir svartkjafti í løtuni

Á Christiani í Grótinum (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Á Christiani í Grótinum (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-05-03 10:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin eftir svartkjafti verið góður. Fagraberg er júst byrjaður at landa 2950 tons til Havsbrún í Fuglafirði, og Finnur Fríði er farin á Tvøroyri. 

Finnur Fríði rakti tó á makrel meðan teir fiskaðu eftir svartkjafti, og hava teir 350 tons av svarttkjafti og 500 tons av makreli.

Portalurin er staddur umborð á Christiani í Grótinum í løtuni, har vit fylgja við gongdini við fiskiskapinum eftir svartkjafti sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Nógv skip eru á leiðini, har Christian í Grótinum fiskar, tó eru tættastu skipini Gøtunes og Arctic Voyager umframt íslendsku skipini Hoffell og Vilhelm Thorsteinsson.

Fiskiskapurin er minkaður eitt vet, men hetta er ikki nakað óvanligt, og vónandi vendist gongdin seinni í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder