Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr.
Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og fýra av teimum vóru lagdar fram á framløgudegnum. Inga Kristiansen greiddi frá um leiklutin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild og vegna Eilif Gaard greiddi hon frá kanningum av reyðæti, sum rekur úr Bankarennuni um veturin. Jóhannis Danielsen greiddi frá árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg, og Ian Salter greiddi frá, hvussu umhvørvis-DNA verður brúkt til at kanna botnfisk undir Føroyum.
Umframt áðurnevndu verkætlanir, so stuðlar Fiskivinnugransking í løtuni eisini tveimum øðrum verkætlanum á Havstovuni, nevniliga einari sum snýr seg um reyðsprøku og tungu og einari um taraskógir sum uppvakstrarøki.
Á framløgudegnum luttók harafturat Petur Steingrund við eini framløgu um royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa/botnfiski.
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald