Innanlands

Fiskurin vaks væl tó stórar avbjóðingar eru við laksalús

Í Skotlandi vóru alibrúkini hjá Bakkafrost rakt av stórum stimum av hvalspýggjum í vetur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-22 10:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bakkafrost greiðir soleiðis frá gongdini í alingini í frágreiðingini fyri fjórða ársfjórðing 2021, ið júst er almannakunngjørd:

Í Føroyum er fiskurin vaksin sera væl í hesum ársfjórðinginum. Eisini hevur fóðurfaktorurin verið lægri enn nakrantíð áður, meðan størri avbjóðingar hava verið av laksalúsini.

Tískil hevur verið neyðugt at økja títtleikan av mekanisku lúsaviðgerðini, og hevur tað elvt til  størri felli. Í summar verður viðgerðarmegin hjá Bakkafrost munandi styrkt, tá ið nýggi stóri brunnbáturin, Bakkafossur, verður liðugur. Bakkafossur verður millum annað sera væl útgjørdur til feskvatnsviðgerð.

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til á leið 500 gramm í 2022. Fiskurin, ið varð tikin í 2021, varð á sinni settur á sjógv sum smolt við miðalvekt á 274 gramm.

Samanborið við hetta var miðalvektin á útsetta smoltinum í 2021 382 gramm, og verður hesin fiskur klárur til tøku seinni í ár og tíðliga í 2023. Útsettu smoltini í 2021 hava roynst sera væl í sjónum, og nógv vitan er fingin til vega, ið kann gagnnýtast framyvir í Skotlandi, so hvørt sum strategiin við stórum smolti verður innførd har.

Við  útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, og við nýggju smoltstøðini í Ónavík, verður í 2026 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða meira enn 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500 gramm.

Avbjóðingar í Skotlandi 
Alingin í Skotlandi hevur verið sera avbjóðandi í fjórða ársfjórðingi 2021, og fellið hevur verið óvanliga stórt. 

Fiskur, ið hevði ringa toknuheilsu, varð brádliga raktur av øðrum avbjóðingum sum t.d. stórum stimum av pinkuhvalspýggjum. Ringast var í byrjanini av ársfjórðinginum og sum fráleið batnaði støðan. Síðst í januar 2022 var fellið komið niður aftur á vanligt støði.

Í summar verður megin at viðgera við feskvatni meir enn trífaldað, tá ið Bakkafrost fær tveir nýggjar brunnbátar við tøkni at viðgera við feskvatni. Hetta verður týðandi fyri at kunna betra um toknuheilsuna hjá fiskinum, minka um lívfrøðiliga váðan og sostatt eisini minka um fellið.

Bakkafrost ætlar eisini at ala stór smolt í Skotlandi og byggir tískil nýggjar smoltstøðir har. 

Í løtuni verður smoltstøðin, Applecross, víðkað og verður væntandi liðug síðst í 2022. Tá verður árliga framleiðsluorkan á Applecross 8 milliónir smolt á 250 gramm. Komandi útbyggingar av smoltstøðum í Skotlandi fara í 2026 at geva Bakkafrost eina árliga framleiðsluorku í Skotlandi á 18 milliónir smolt á 500 gramm.

Í fjórða ársfjórðingi øktist miðalvektin á útsetta smoltinum í Skotlandi við 9 prosentum til 105 gramm í mun til 96 gramm sama tíðarskeið árið fyri.

Í 2022 verður miðalvektin væntandi 120 gramm, og fer miðalvektin væntandi at økjast munandi meira í 2023.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi. 

Smolt útseting
Í 2022 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,9 milliónir smolt í Føroyum og 10,8 milliónir í Skotlandi.

Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,5 milliónir smolt í 2021, 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 11,0 milliónir smolt í 2021, 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2022 er 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40 prosent av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum.

Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 32 prosent av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2022. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2022 er 753.000 tons, sum er ein lækking á 19 prosent samanborið við 2021.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2022 verður væntandi nakað tað sama sum  í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2022 verður mett til 130.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder