Næstan øll feløgini, sum eiga partrolarar hava tosað saman, og í løtuni liggja eini 12 tekningar á borðinum, har vit, Faroe Origin og reiðaríið í Hvalba arbeiðir við at endurnýggjan sín flota.
Tað upplýsti Hanus Hansen, reiðari, á Fiskivinnutinginum, sum var á Skúlatrøð í Klaksvík í gjárkvøldið.
Partrolararnir hava havt møguleikan at fiska makrel, men flestu skipini hava selt makrelin víðari til uppsjóvarski. Tó hava nøkur fá pør fiskað makrelin.
- Vit høvdu eina umsókn at byggja fýra nýggjar partrolarar, og kravið var, at vit skuldu fáa 500 tons av makreli til hvønn bátin, so um vit høvdu fingið 2000 tons tillutað, so hevði tað havt eitt virðið á 40 milliónir, sum er ein triðingur av samlaða veiðivirðinum hjá einum partrolara, sigur Hanus Hansen, reiðari hjá Kósini, sum eigur fleiri partrolarar.
Partrolararnir, sum hoyra til Kósina eru Stjørnan og Polarhav, Fuglberg og Skoraberg, og Safir og Smaragd.
Pørini hjá Faroe Origin, sum eisini er ein partur av hesari verkætlanini eru Stelkur og Bakur, og Heykur og Falkur
Faroe Oirigin seldi í fjør parið Rók og Lerk av landinum, og loyvini vórðu deild millum hini pørini hjá felagnum.
Skipini úr Hvalba eru Hamranes og Breiðanes.
Tað vil siga, at einastu partrolararnir, sum ikki eru við í verkætlanini, sum tað ljóðar, eru Jaspis og Ametyst hjá Mortan Johannesen í Havn, sum landa fast til virkið Barðið.
- Vit hava arbeitt saman við fleiri partrolaraeigarum, og vit hava ætlanir um at byggja heili 12 skip, men tað krevur at vit hava eitt nóg gott grundarlag, og vit eru skjótt komin har til, at vit mugu gera okkurt, um virkini skulu megna at yvirliva, segði Hanus Hansen, reiðari.
Sí eisini: Myndir: Fiskivinnuting á Skúlatrøð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald