2026-04-23 12:57
Uppsjóvarskipini Finnur Fríði og Vestmenningur eru komin á Tvøroyri, har skipini skulu landa.
Finnur Fríði hevur 1.500 tons av svartkjafti, sum er fiskaður sunnanfyri Føroyar. Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og farið verður aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vestmenningur hevur 900 tons, sum er eisini er fiskað sunnanfyri Føroyar.
Skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald