2025-05-21 06:58

Ango hevur landað 1.600 tons og Fagraberg er komin inn við 2.850 tonsum av svartkjafti.
Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey enn fleiri landingar, hóast fleiri uppsjóvarskip eru farin á sildaveiðu.
Ango hevur landað 1.600 tons til Havsbrún, og Fagraberg byrjaði at landa í gjárkvøldið. Fagraberg hevur 2.850 tons.
Bæði skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi, og hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald