Innanlands

Fleiri makrellandingar í Fuglafirði

Høgaberg var eitt av skipunum, sum hevur landað makrel í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-14 06:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Køðin at landa makrel í Fuglafirði er lang í løtuni. Írska skipið Brendelen, Høgaberg og Fam skulu øll landa til Pelagos.

Fyrst at landa var írska uppsjóvarskipið Brendelen, sum hevur fiskað 450 tons í bretskum sjógvi.

Síðan var tað Høgaberg, sum skuldi landa 450 tons av makreli, sum er fiskaður í norskum sjógvi.

Eftir Høgaberg landaði Fram eina last á 50 tons, sum eisini er fiskaður í norskum sjógvi.

Øll trý skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

[object Object]Fram: Savnsmynd - Kiran Jóanesarson

[object Object]

Brendelen er frammra skipið: Savnsmynd - Kiran Jóanesarson


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder