
Fleiri uppsjóvarskip eru komin inn at landa veiðuna.
Høgaberg er komin inn við 600 tonsum av sild, sum skipið landar til Pelagos í Fuglafirði. Høgaberg hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Christian í Grótinum er komin inn við 3.000 tonsum av svartkjafti, sum skipið landar til Havsbrún. Christian í Grótinum hevur fiskað tætt við íslendska markið, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eisini Íslendska skipið Gullberg er komið á Fuglafjørð. Gullberg hevur eisini verið á svartkjaftaveiðu.
Á Tvøroyri eru Gøtunes og Tróndur í Gøtu komin inn at landa.
Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Gøtunes hevur umleið 1.500 tons av sild, og Tróndur í Gøtu hevur umleið 1.200 tons av sild, sum bæði skipini hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Tróndur í Gøtu er byrjaður at landa til Varðan Pelagic, meðan Gøtunes hevur lagt seg á Runavík at bíða eftir landingartørni.
Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald