Innanlands

Fleiri skip komin inn at landa makrel

Fleiri skip eru komin inn at landa makrel seinastu dagarnar

Makrelur

Makrelur

2026-01-15 18:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri skip eru komin til Føroya at landa makrel, sum tey hava fiskað við Hetland.

Christian í Grótinum er komin á Fuglafjørð, har skipið skal landa umleið 500 tons av makreli. Tá ið Christian í Grótinum kom á fiskileið segði hann so ringt veður, at avgerð var tikin um at fara undir land at kroka til illveðrið var hasa av. 

Norðingur kom í gjárkvøldið inn við 330 tonsum av makreli, sum skipið skal landa til Pelagos eins og Christian í Grótinum, 

Á Tvøroyri hevur Tróndur í Gøtu landa 500 tons av makreli til Varðan pelagic. Tróndur í Gøtu varð liðugur at landa í morgun, og tá byrjaði Ango at landa makrel til Varðan Pelagic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder