Uttanlands

Fleiri skip landa svartkjaft í Danmark

Fagraberg er eitt av skipunum, sum er farið til Danmarkar at landa svartkjaft

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-05-17 22:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Fagraberg, Finnur Fríði og Christian eru øll farin til Danmarkar at landa.

Fagraberg hevur 2.400 tons av svartkjafti, sum skal landast í Skagen.

Christian hevur 2.200 tons av svartkjafti, og Finnur Fríði hevur 2.300 tons av svartkjafti. Christian og Finnur Fríði skulu eisini landa svartkjaftin í Skagen.

Øll trý skipini hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

[object Object]Finnur Fríði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Christian (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)


placeholder
placeholder