Innanlands

Fleiri uppsjóvarskip bíða eftir sildafiskiskapinum

Fleiri skip liggja í løtuni við bryggju og bíða eftir at fiskiskapurin eftir sild skal byrja seinni í oktober

Høgaberg og Gøtunes við bryggju í Runavík (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg og Gøtunes við bryggju í Runavík (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-10-01 17:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Við bryggjuna í Runavík liggja í løtuni fleiri uppsjóvarskip og bíða eftir at fara á sildaveiðu.  

Seinastu tíðina hava skipini fiskað makrel, og nú eru kvoturnar uppi. 

Føroysk skip hava í ár fiskað 64.000 tons av makreli, harav 24.000 tons eru fiskað í bretskum sjógvi, og 20.000 tons fiskað í altjóða sjógvi. 

Flestu uppsjóvarskipini liggja nú við bryggju, og bíða eftir at sildavertíðin fer at byrja umleið 10. oktober. 

Í Runavík liggja Høgaberg, Gøtunes, Tummas T, Arctic Voyager og Finnur Fríði. 

[object Object]Tummas T, Arctic Voyager og Finnur Fríði (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Á Hulki liggja Ran og Ango, í Kollafirði liggur Hoyvík, í Havn liggja Tróndur í Gøtu, Katrin Jóhanna og í Klaksvík liggja Borgarin og Norðborg.

Hóast flestu skipini liggja við bryggju og bíða eftir at fara á sildaveiðu, eru tað tvey uppsjóvarskip, sum eru á svartkjaftaveiðu eystan fyri Føroyar. Tey eru Fagraberg og Christian í Grótinum.

Sum skilst er svartkjaftafiskiskapruin smáligur í løtuni. 

Svartkjafturin verður næstan allur landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder