Innanlands

Formaðurin í Fiskimannafelagnum: - Hetta kann ikki passa

Formaðurin í Fiskimannafelagnum skilur ikki, at pengar ikki eru settir av til nýtt vaktarskip

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-13 18:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

- Hetta kann ikki passa, sigur Jan Højgaard, tá ið hann hoyrir, at Vørn ikki hevur játtan at halda vaktarskipið Tjaldri í rímiligum standi, heldur ikki í 2026.

- Trygdini á sjónum eiga vit ikki spæla við. Dagliga hoyra vit í tíðindunum, at bátar og skip hava tørv á vaktarskipum og -tyrlum, og tí mugu politikarar ikki gambla við trygdini, sigur Jan Højgaard við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum

- Sjálvandi kemur tað illa við hjá Vørn, at eingin peningur verður settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at fyrireika nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið, men so má peningur setast av til víðlíkahald.

- Hetta líkist púrasta ongum, leggur Jan afturat.

[object Object]Vaktarskipini Tjaldrið og Brimil (Savnsmynd)

Jan Højgaard heitir á fíggjarnevndina, um at seta pening av til at halda vaktarskipið Tjaldrið í virkisførum standi, annars er eingin virðing fyri okkara sjófólki.

- Vandi er fyri, at vit einki skip hava, um hetta heldur fram, og tað ber ikki til. Tørvur er alla tíðina á tveimum skipum.

- Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vaktarskipini sjálvi hava tørv á at fáa sleip, tað er skomm. At Vørn skal dúva upp á hepni er ikki virðiligt, sigur Jan Høgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag at enda.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder