2026-05-04 15:33
Mouritz Mohr heldur fram sum formaður í Sjóvinnufelagnum.
Tað er greitt eftir aðalfund felagsins 30. apríl.
Á aðalfundinum stóðu Alina Jespersen og Christian Danielsen fyri vali. Bæði tóku við afturvali og vórðu vald í nevndina fyri komandi tvey árini. Harumframt varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur, skrivar Vinnuhúsið.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formansskapi sum áður. Mouritz Mohr heldur fram sum formaður, og Julian Johansen heldur fram sum næstformaður.
Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær tí soleiðis út:
- Mouritz Mohr, formaður
- Julian Johansen, næstformaður
- Alina Jespersen, nevndarlimur
- Christian Danielsen, nevndarlimur
- Hanus Mikkelsen, nevndarlimur
- Frimodt Rasmussen, tiltakslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald