Í morgun undirritaðu Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri og Emma Hopkins, bretsk sendifrú til Keypmannahavnar. karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Bretland.
Hetta skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu sínari, har tað verður sagt, at shenda sáttmála hava gingið væl - serstakliga tí at viðurskiftini millum sendinevndirnar hava verið stak góð.
Tá ið hesin sáttmáli er komin í gildi, eftir at Løgtingið og bretska tingið eftir ætlan hava samtykt hann seinni í ár, verður hann karmurin um alt fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland í komandi tíðum. Sáttmálin fevnir í høvuðsheitum um tær meginreglur, sum eitt slíkt fiskivinnusamstarv millum londini bæði skal virka eftir í framtíðini.
Heimasíðan fisk.fo skrivar, at týdningarmestu ásetingarnar fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. Harumframt er ásett, at londini bæði raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum og at sjøtul verður settur á samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi. Øll hesi viðurskifti fara at verða viðgjørd í teimum árligu samráðingunum landanna millum.
Jacob Vestergaard sigur, at hetta er ein søguligur dagur fyri viðurskiftini millum Føroyar og Bretland. At sáttmálin er undirritaður er ein varði í okkara felags søgu og eitt stórt framlop í felags royndum okkara at framhaldandi menna samstarvið millum tjóðirnar báðar.
Victoria Prentis, bretskur fiskimálaráðharri, sigur, at hetta er ein góður dagur fyri fiskivinnuídnaðin í londunum báðum, og at hon sær fram til at byggja eitt sterkt og søguligt samband millum londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald