Innanlands

Føroyar og Ísland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2021

– Eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

2020-11-06 11:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður og íslendski fiskimálaráðharrin Kristján Þór Júlíusson samdust á fundi týsdagin um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2021 millum Føroyar og Ísland.

Avtalan ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip í føroyskum sjógvi. Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Hámarkið fyri brosmu var 650 tons í 2020, men lækkar, tí íslendska brosmukvotan er farin niður í eina helvt.

Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár. Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri møguliga at endurskoða serligu ásetingarnar, sum avmarka, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi.

Fiskimálaráðharrarnir samdust um at halda fram við samráðingunum um at endurskoða rammusáttmálan landanna millum. Miðað verður ímóti, at samráðingarnar kunnu verða avgreiddar innan árslok.

– Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland hevur týdning fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Føroyski fiskiskapurin í íslendskum sjógvi verður umframt íslendskar kunngerðir skipaður sambært føroyskum kunngerðum, ið verða lýstar um ársskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder