Tá Norrøna klokkan 13 týsdagin, loysti frá bryggju í Havn, við kós móti Íslandi, var Íslandstoymið hjá Heimamissiónini/Sjómansmissiónini umborð.
Íslandstoymið er 10 fólk, tann tíggindi býr í Íslandi, sum í átta dagar fara at ferðast til býðir og bygdir á Eysturlandinum, við sangi, spæli og vitnisburði um Jesus Kristus.
Toymið kemur at búgva í einum leguhúsi við Eyðar skamt frá Egilsstaðir, og koyra haðani út á bygdirnar.
Í flestu býum vitjar toymið Ellisheimið seinnapartin og hevur sang og vitniløtu í kirkjuni seinni um dagin ella um kvøldið.
Sungið verður á føroyskum og íslandskum. Andaktir og vitnisburðar verða tulkaðir til íslandskt. Øll eru vælkomin til løturnar. Toymið takkar fyri forbøn.
Meiri verður at frætta seinni.
Skráin fyrstu dagarnar er hendan:
Leygardagur 9. mai. Neskaupstaður
Kl.14 á Eldrasambýlið.
Kl.19 í kirkjuni.
Sunnudagur 10. mai. Eskifjørður
Kl.14. Eldrasambýlið.
Kl.17 í Tónleika- og kirkjumiðstøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald