Uttanlands

Føroyskt uppsjóvarskip tikið norskt met

Christian í Grótinum hevur landað størstu svartkjaftalastina í Noregi nakrantíð

Christian í Grótinum við bryggju í Husøy í gjár (Mynd: Morten Vika)

Christian í Grótinum við bryggju í Husøy í gjár (Mynd: Morten Vika)

2023-05-04 11:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini havt góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Christian í Grótinum, sum er eitt av skipunum, sum fiskar svartkjaft, hevur landað størstu nøgdina av svartkjafti, sum nakrantíð er landað í Noregi.

Veiðan, sum liggur um heili 3.520 tons, er seld fyri 6,5 milliónur krónur.

Christian í Grótinum fór aftur á svartkjaftaveiðu tá ið hann hevði landað í Noregi.

Birita, sum er eisini er eitt av svartkjaftaskipunum, skal eisini landa í Noregi.

Birita skal landa 1.900 tons av svartkjafti í Ålesund. 

[object Object]Birita (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder