- Tað hevur verið ein drúgv tilgongd hjá okkum at fingið annað skip fyri ísfiskalínuskipið Fugltúgvuna. Hóast nýggja skipið nærum er javngamalt við Fugltúgvuna, so er tað væl størri og er eitt frystilínuskip. Tí er hetta eitt stórt framstig fyri okkum.
Tað sigur skiparin, og ein av eigarunum av Sandshavinum, Eyðvarur Petersen.
- Vit hava hugt eftir øðrum skipum, men tað varð ikki til nakað. Nú eigararnir av Kristrún hava keypt fyrrverandi Froyanes, bygdur í 2001, var Kristrún til sølu, og tað eydnaðist okkum at keypa skipið, sigur hann.
- Hóast skipið er í rímiliga góðum standi og er til fiskiskap við gørnum eftir svartkalva, so verður ymiskt at gera við skipið, áðrenn vit sleppa til fiskiskap við tí, sigur Eyðvarur.
- Høvuðsmotorurin og ein ljósmotorur skulu yvirhálast, og so er altíð okkurt annað, sum eisini skal gerast. Allur línureiðskapurin fylgir við, og hann skal setast upp, og skipið skal riggast til línufiskiskap, sigur hann.
- Hetta var frægasta loysnin fyri okkum í mun til fíggjarorku og kvotur. Nú vóna vit, at skipið fer at rigga væl, at fiskur verður at fáa, og at góði prísurin heldur sær, sigur ein spentur Eyðvarur Petersen.
14-16 mans fara at vera við skipinum, og Eyðvarur verður skipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald