Innanlands

Funnu lomviga í maganum á toski á Bankanum

Hetta er fyrstu ferð, at Havstovan hevur skrásett heilan fugl í fiskamaga á yvirlitstrolingum

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2026-05-06 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá havrannsóknarskipið Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga, skrivar Havstovan.

Talan var um ein sjófugl, allarhelst lomviga. Allur fuglurin varð funnin í maganum, og hann var væl sodnaður, so lítil ivi er um, at hann varð tikin heilur sum føði.

Lomvigin er frálíkur kavari. Tað er ikki óvanligt, at hann søkir sær føði á 30 til 100 metra dýpi, og skrásett eru eisini dømi, har hann kavar heilt niður á 180-200 metrar. Tískil er ikki ósannlíkt, at fuglurin er etin livandi, hóast tað sjálvandi eisini kann hugsast, at hann er tikin deyður, skrivar Havstovan.

[object Object]
(Mynd: Havstovan)

Toskurin, sum át fuglin, var 110 sentimetrar langur og vigaði góð 17 kilo. Hann er ikki aldurslisin enn, men út frá longdini verður mett, at hann var í minsta lagi sjey ára gamal. Botndýpið á kanningarstøðini var 100 metrar.

Havstovan hevur ikki áður skrásett heilan fugl í fiskamaga á yvirlitstrolingum, men hevur tó fingið fráboðanir frá sjófólki við slíkum eygleiðingum. Fyri nøkrum árum síðani vóru videokanningar gjørdar inni við land, í sambandi við verkætlanina “Nebbasild og toskur á innaru leiðum”.

Har varð eitt videobrot fingið av toski, sum leggur eftir einum æðubliki:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder