2026-02-20 12:51
Í Kollafirði hava fýra línuskip landað hesa vikuna, sum hava roynt undir Føroyum.
Jógvan I landaði 150 tons, Stapin landaði 180 tons, Vesturhavið 220 tons og Kambur 220 tons.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/22/890x590/1619129762nb1jd8c68m.jpg)
Stapin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Nógv tað mesta av veiðuni var toskur og hýsa, umframt at nakað av brosmu og longu eisini var í.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/05/09/890x590/1683631051rwykcdfmyh.jpg)
Vesturhavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Jógvan I, Stapin og Vesturhavið eru øll farin aftur til fiskiskap, og eru farin at fiska undir Íslandi. Kambur liggur framvegis á Kollafirði.
Øll fýra línuskipini eru frystilínuskip, har veiðan verður fryst umborð.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/13/890x590/1749851182ly6mp56k0f.webp)
Kambur (Savnsmynd: Gorm Niclassen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald