2021-06-14 20:46
Grønlendska felagið Polar Seafood hevur keypt bretska frystitrolaran Norma Mary, sum nú fær heimstað í Grønlandi.
Skipið er handað nýggju eigarunum í dag, og skal avloysa Polar Aassik, sum brendi og sakk fyrr í ár.
Norma Mary fer nú at skifta navn til Polar Nataarna í samband við eigaraskiftið.
Talan er ikki um eitt ókent skip um okkara leiðir, tí hetta er nemliga fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Ocean Castle, sum bleiv bygdur á Skála Skipasmiðju í 1989.
Skipið hevur síðan havt nøvnini Napoleon og Fríðborg, og varð selt av landinum í 2010.
Skipið bleiv síðan longt og umbygt, og hevur seinastu 11 árini havt heimstað í Hull í Onglandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald