Innanlands

Fyrstu ferð, vit fáa jólapakkar frá eini sjómansmissión

Vit hava ongantíð fyrr fingið jólapakkar frá nakrari sjómansmissión, ella frá nøkrum ókendum persónum, so tað verður spennandi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-21 20:32 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjár lá grønlendski pelagiski trolarin, Polar Amaroq, á Fuglafirði. Teir høvdu umleið 1200 tons av frystari sild. Teir landaðu fyrst avskurin til Havsbrún, síðani sild til Pelagos áðrenn tað frysta fór upp í Ánunum.

- Ja, vit hava umleið 1200 tons inni og eru lidnir við sildakvotuna fyri í ár. Var tað eitt vanligt ár, so høvdu vit verið lidnir við sildakvotuna síðst í september ella fyrst í oktober, og so hevði skipið ligið restina av árinum. Sildin var so sein í ár, at fyrst nú, 20. desember landa vit síðstu lastina. Tað sigur Guðbjartur, sum er stýrimaður.

- Lodnukvotan varð størri enn væntað, so tá vit eru lidnir at landa, fara við á lodnuveiðu, og koma óivað at fiska á jólum og millum jóla og nýggjár, sigur hann.

- Útlitini eru góð fyri komandi ár, eisini tí lodnukvotan verður methøg. Tí verður tað kanska ein avbjóðing at fiska allar kvoturnar. Vit fiska eisini makrel og svartkjaft, sigur Guðbjartur.

18 mans vóru við, og teir fingu jólapakkar frá Føroysku sjómansmissiónini.

- Vit takka hjartaliga fyri jólapakkarnar. Vit hava ongantíð fyrr fingið jólapakkar frá nakrari sjómansmissión, ella frá nøkrum ókendum persónum, so tað verður spennandi. Vit plaga tó at fáa gávur frá reiðarínum, men tað er ikki heilt tað sama sum at fáa frá sjómanskvinnuringunum, sigur Guðbjartur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder