Innanlands

Gadus bestur í fjarfiskaflotanum

Flakatrolarin avreiddi í fjør umleið 3.000 tons, sum hevði eitt virði á umleið 270 milliónir krónur

Gadus var nógv tað besta skipið í fjarfiskaflotanum í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gadus var nógv tað besta skipið í fjarfiskaflotanum í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-03 20:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Bestur í fjarfiskaflotanum í fjør var greitt flakatrolarin Gadus.

Gadus avreiddi í fjør fyri umleið 270 milliónir krónur, síðani liggur Akraberg nummar tvey á listanum, og einum avreiðingarvirði á 193,6 milliónir krónur.

Nummar trý á listanum er Enniberg, sum hevur fiskað fyri umleið 120 milliónir krónur.

Aftaná kemur Emerald, sum hevur havt eitt avbjóðandi ár, men kortini hevur fiskað fyri umleið 100 milliónir krónur.

Nummar fimm er Arctic Viking, sum hevur fiskað rækjur meginpartin av árinum, og tí ikki heilt kann samanberast í líkningini. Arctic Viking hevur fiskað fyri 66,8 milliónor krónur í fjør.

Síðani kemur Hvítanes, sum hevur avreitt fyri 24 milliónir krónur. Hvítanes hevur tó ikki havt eitt fult fiskiár, og hevur heldur ikki sama kvotugrundarlag sum hini skipini omanfyri, og tí er tað ikki nakar skelkur, at skipið ikki hevur avreitt fyri tað sama, sum skipini omanfyri.

Tølini, ið eru nevnd omanfyri, eru frá tíðarskeiðnum 1.januar 2025-1.januar 2026.

Tá ið tað er sagt, so er avreiðingarvirði hjá fleiri av skipunum omanfyri helst eitt vet hægri av tí at seinastu landingarnar ikki eru taldar við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder