Innanlands

Gadus farin aftur til fiskiskap

Gadus fór aftur til fiskiskap mánakvøldið aftaná at hava landað 960 tons á Ánunum

Gadus (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gadus (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-01 20:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus er farin aftur til fiskiskap eftir at hava landað á Ánunum.

Gadus hevði fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, hóast skipið hevði 960 tons av flaki, fiskamjøli og lýsi við til lands.

Flakatrolarin hevur roynt í umleið 70 samdøgur hendan túrin, og fór aftur til fiskiskap mánakvøldið.

Áðrenn Gadus fór til fiskiskap fór flakatrolarin á Hulk at bunkra. 

Gadus verður aftur á fiskileið í annaðkvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder