2022-03-05 20:57
Flakatrolarin Gadus og rækjutrolarin Arctic Viking komu báðir til Føroyar úr Barentshavinum, har trolararnir hava fiskað tosk.
Gadus hevur 635 tons av flaki, sum verður landað í Klaksvík, har skipið eisini hevur heimstað.
Arctic Viking hevur 650 tons, har umleið 100 tons er hýsa, meðan restin er toskur, skal landa sína last í Kollafirði. Arctic Viking rundfrystur veiðuna umborð.
Gadus fór úr Føroyum tann 14. desember, meðan Arctic Viking fór í Føroyum tann tann 16. januar.
Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald