2023-10-03 21:45
Verksmiðjutrolarin hjá JFK-Trol hevur loyst úr Turkalandi, og hevur sett kós móti Føroyum.
Norðlýsið skrivar, at Gadus væntandi verður á Klaksvík sunnudagin 15. oktober.
Gadus sum er 88,1 metrar langur og 18,3 breiður, varð yvirtikin hósdagin í síðstu viku.
Skipið lastar um 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.
Kostnaðurin fyri nýggja Gadus fer at liggja um 450 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald