Innanlands

Gadus sett kós móti Føroyum

Flakatrolarin hevur sett kós móti Føroyum við 765 tonsum av flaki umframt mjøl og lýsi

Gadus (Savnsmynd. Kiran Jóanesarson)

Gadus (Savnsmynd. Kiran Jóanesarson)

2024-07-04 06:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin hevur sett kós móti Føroyum við 765 tonsum av flaki umframt mjøl og lýsi.

Gadus hevur verið til fiskiskap í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Umframt 765 tons av flaki, hevur Gadus eisini knapt 200 tons av mjøli og eitt sindur av lýsi, nú skipið kemur heim.

Gadus fór til fiskiskap tann 17. apríl, og við hendan túrin eru 32 mans.

Flakatrolarin verður í Føroyum sunnudagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder