Innanlands

- Hetta er sera hugaligt

Vestan fyri Mýling við 55 stampum og høvdu umleið 12.000 pund tá teir landaðu í vikuni

Andru Poulsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Andru Poulsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-06-29 08:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava verið vestan fyri Mýling við 55 stampum og hava umleið 12.000 pund. Slagið er gott, toskur og hýsa og størra helvtin er toskur. Tað er góður fiskiskapur, so vit eru takksamir.

Tað sigur Andru Poulsen, sum drívur útróðrarbátin Stakkavík.

-Tað hevur verið góður fiskiskapur síðani tíðliga síðsta heyst. Eg byrjaði við Stakkavík í oktober og fiskiskapurin hevur verið góður, so hetta er sera hugaligt. Vit egna við trakt og agnið er gogga og høgguslokkur, sigur Andru.

Hendan túrin vóru teir tríggir, men vanliga eru teir tveir umborð, sigur Andru.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð meðan teir landaðu í vikuni. Lagið var gott og hugurin var góður á ungu útróðrarmonnunum, sum høvdu ein miðalaldur á 24 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder