Innanlands

5,6 kilometrar langur streymkaðal lagdur til aliøki

Hetta er longsti sjókaðal, sum er lagdur út til fóðurflakar í Føroyum

(Mynd: JT Electric)

(Mynd: JT Electric)

2021-03-02 17:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

JT electric hevur lagt ein 5,6 km langan streymkaðal út til aliøkið hjá Bakkafrost í Haraldssundi. Talan er um longsta sjókaðal, sum er lagdur út til fóðurflakar í Føroyum.

Nýggi landstreymskaðalin er partur av ætlanini hjá Bakkafrost um at leggja um frá olju til meira grøna orku. Flestu fóðurflakar hjá Bakkafrost brúka nú landstreym, og teir seinastu verða lagdir út komandi tíðina. JT electric á Kambsdali hevur staðið fyri at projektera og útføra tær flestu verkætlanirnar við landstreymi til aliøkir í Føroyum.

– Málið er at minka um okkara CO2 útlát við 50% innan 2030, sigur Jón Purkhús, leiðari fyri aliøki Norður hjá Bakkafrost. Við at leggja landstreym út til fóðurflakarnar, minka vit um oljunýtsluna og harvið útlátið frá okkara aliøkjum.

Kaðalin er ein sergjørdur sjókaðal við fipur í, sum JT electric hevur ment saman við einum kaðalveitara. Við at leggja fipur út til aliøkið saman við streymføringini er altíð skjótt og trygt samband við útgerðina umborð á fóðurflakanum, sum verður stýrd frá landi.

– Hetta hevur verið ein spennandi verkætlan, sigur Leivur Hansen, rakstrarleiðari hjá JT electric. Við einum so langum kaðali var neyðugt at nýta háspenning út til flakan. Tað er ikki vanligt, at feløg fáa loyvi til at arbeiða við arbeiða við háspenningi, men við góðum samstarvi við SEV megnaðu vit at loysa hesa uppgávuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder