placeholder
Innanlands

Akraberg farin úr Føroyum fyri seinastu ferð

Føroyski verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði er farin úr Føroyum fyri seinastu ferð. Verksmiðjan umborð skal umbyggjast í Frederikshavn, og síðani skal skipið til Íslands, har skipið fær heimstað

Akraberg fór í morgun av Fuglafirði fyri seinastuferð (Mynd: Reiðaríið)

Akraberg fór í morgun av Fuglafirði fyri seinastuferð (Mynd: Reiðaríið)

2022-05-06 14:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í 2013 at reiðaríið Framherji í Fuglafirði kunngjørdi at felagið hevði keypt eitt nýtt nýggjari skip fyri Vesturvón, sum varð seld til Spania.

Talan var um verksmiðjutrolarin Odra, sum fekk navnið Akraberg og heimstað í Fuglafirði.

Skipið var eitt sindur størri og nýggjari enn Vesturvón, og reiðaríið hevði leingi havt ætlanir um at skift Vesturvón út.

Í 2020 undirskrivaði Framherji sáttmála í Norra um nýbygning av einum nýggjum Akraberg, sum skuldi avloysa núverandi, sum er selt av landinum.

Talan verður um ein sera framkomnan verksmiðjutrolara, sum skal handast Framherja í komandi mánaða.

Í sambandi við at Framherji yvirtekur nýtt skip, hevur reiðaríið selt gamla Akraberg av landinum. Skipið er nú ávegis til Frederikshavn, har verksmiðjan skal umbyggjast, og síðan skal skipið til Íslands, har nýggju eigararnir yvirtaka skipið.

Arbeiðið er mett at taka umleið 14 dagar.  

Hvat Akraberg er seldur fyri er ikki upplýst. 

Les eisini: Myndir: Fyrsti nýbygningurin hjá Framherja kom til Norra í dag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder