Innanlands

Besta árið hiðartil

Hetta er besta árið higartil hjá línuskipinum Núpi

John Kári Jacobsen, skipari á línuskipinum Núpi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

John Kári Jacobsen, skipari á línuskipinum Núpi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-05-25 08:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er besta árið hjá okkum hiðartil. Samstundis er tað fyrstu fer vit hava roynt frá januar til mai á “innaru leið”, sum onnur eisini kallað inni á landgrunninum. Hini árini hava vit altíð eisini verið á djúpum vatni, sum eisini kallast “ytri leið”, sigur John Kári Jacobsen, skipari á línuskipinum Núpi.

- Vit hava roynt mest norðanfyri og norðvestur úr Mykinesi. Fiskiskapurin hevur verið góður og nógvur toskur, so prísurin hevur eisini verið góður. Baksíðan, um eg kann kalla tað so er, at vit hava brúkt nógvar dagar, so nú má vit óivað út á djúpri vatn seinna hálvár, sigur John Kári.

- Mánadagin fara vit eftir ætlan avstað aftur og tá fara vit til Eysturgrønlands at royna. Vit hava egna kvotu og eiga part av felagskvotuni hjá línuskipunum- sigur John Kári.

- Vit hava roynt fleiri ár í Eysturgrønlandi og har er fiskiskapurin eitt slag av lottaríi -og serliga hjá isfiskaskipunum. Tað er langt at fara, veðrið kann vera ringt og ísur og so er sum oftast nógvur ella sera smáligur fiskiskapur, sigur John Kári.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder