Innanlands

Bjørn gjørdi ein góðan túr

45.000 pund uppá hálvtannað samdøgur norður úr Mykinesi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-04-08 19:21 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit royndu í I-kassanum, sum opnaði fyri fiskiskapi aftur 1. apríl og sum er eitt øki norður úr Mykinesi. Vit gjørdu ein góðan túr, tí vit royndu bara í hálvtannað samdøgur og høvdu 460 kassar. Tað er umleið 45.000 pund og tá var lastin full og væl av fiski á dekkinum.

Tað sigur skiparin á trolbátinum Bjørn, Birgir Petersen.

- Tað var mest stórur og feitur toskur, vit fingu; so tað var ordiliga hugaligt og spennandi.

Hinir trolbátarnir vóru eisini har og allir høvdu góðan fiskiskap, sigur Birgir.

Tað var annars um ársskiftið, at P/F Jókin keypti Bjørn, sum kallaðist Fríðborg, og sum tá ikki hevði verið til fiskiskap í fýra ár. Fyrst skuldi hann riggast til aftur, og so høvdu teir nakrar mekaniskar trupulleikar, so teir gjørdu bara nakrar styttri túrar tær fyrstu vikurnar. 

Nú vóna teir, at alt er í lagi, so teir fáa roynt og gjørt túrarnar lidnar. 

Annars heldur Birgir, at báturin er í góðum standi. 

Fimm mans eru við Bjørn, sum fór nýggjan túr í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder