Innanlands

Eitt skip - og tó ikki eitt skip

Motorur, skrúva og onnur mekanisk útgerð er tikin úr skipinum

2020-05-02 19:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

-Hetta er eitt fyrrverandi bulkskip, sum er 75 metrar langt. Kortini er tað ikki longur eitt skip. Tá motorurin, skrúvan og onnur mekanisk útgerð er tikin úr skipinum, er tað ikki longur skrásett sum skip við eyðkennisbókstøvum, men hevur bara eitt navn. Nú er “skipið” umbygt til ein fóðurflaka til alivinnuna og eitur Ranghamar. Umbyggingin tók sjey mánaðir. Ranghamar er seldur Bakkafrosti og skal leggjast á norðursíðuni á Gøtuvík og fóðra teir 11 stóru ringarnar, sum liggja har. Flakin verður stýrdur frá landi, og tí kemur eingin at búgva umborð á honum. Her er messa, so alararnir kunnu gera sær ein drekkamunn, tá teir eru umborð- Tað sigur Ólavur Thomsen, sum er ein av 38 starvsfólkunum og ein av eigarunum av fyritøkuni, JT electric, á Kambsdali.

[object Object]

-Skipið var í vinnu, tá vit keyptu tað, og vit høvdu kannað, at skrokkurin var í góðum standi. So varð vanliga útgerðin tikin úr tí, og síðan er tað umbygt í Póllandi til ein fóðurflaka við átta stórum fóðursiloum, sum tilsamans taka 700 tons av alifóðri. Harafturat er ein minni silo, á fimm tons, til fóður til rognkilsi. Fóðrið til rognkilsini, er sama fóður sum til laksin, men bara væl minni í stødd og fer út gjøgnum somu slangur sum alifóðrið. Fóðrið, sum er í stórum sekkjum, verður siglt við skipið til flakan og hivað umborð og sett á ein “knív”, sum stendur í lúkukarmunum og sum sker hol á botnin á posanum, so fóðrið rennur niður í siloirnar,- sigur hann.

-Tveir generatorar eru settir í flakan, sum eru keyptir frá K.J. Hydroalik. Tann størri gongur um dagin, tá fóðurskipanirnar koyra, og hin minni gongur um náttina, tá fóðurskipanin er sløkt. Generetorarnir geva ravmagn til ljós, stýringar og til pumpurnar, sum blása alifóðrið gjøgnum slangur út í ringarnar. Elskipanin er eisini gjørd soleiðis, at flakin kann fáa landstreym. Tá vera generetorarnir bara nýttir, um streymurin frá SEV fer,- sigur Ólavur.

-Vit byrjaðu at selja hesar fóðurflakar í 2014, og hetta er tann 11 í røðini, og tann 12 kemur um ein mánað. Síðani tá eru fleiri alibrúk farin longur út á firðirnar at ala, og tí mugu akkersfestini vera sterk. Flakarnir vera so vendir soleiðis, at teir liggja uppí tær ringastu ættirnar, so hann tekur minst vind og sjógv á seg,- sigur hann.

-Vit, hjá JT electric, eru bæði fegnir og stoltir av, at vit hava megnað at bygt upp eina fóðurskipan, sum er føroysk; er framkomin og vælumtókt í Føroyum og hevur stóran áhuga uttanlands eisini.

Øll forrit, programering, talvur og annað, eru gjørd hjá okkum. Hetta er ein skipan, sum vit hava ment gjøgnum fleiri ár í tøttum samstarvi við alarar og alifeløg, og tað er óivað viðvirkandi til, at hon virkar sera væl, eisini á harðbaldnum støðum. Vit eru áhugaðir í at selja hesa fóðurskipanina, eisini til aðrar flakar, bæði tí, hon virkar væl, og so gevur tað eisini arbeiði til okkum og tænastur frá okkum,- sigur Ólavur Thomsen. 

(Mynd: Kristian Andreassen, Ólavur Thomsen og Súni Jacobsen)

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, meðan menn arbeiddu við at gera flakan lidnan. Tíð var bæði til prát, ein bita í messuni, eitt bíbliuorð og bøn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder